Fráboðan um tiltøk

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá formanninum í sjúkrarøktarfelagnum, Janu H. Dalsgaard, í sambandi við fráboðaða verkfallið hjá felagnum fríggjadagin, áðrenn blaðið fór til prentingar. Men í skrivi boðar nevndin í felagnum frá, at tiltøkini verða sett í verk frá fríggjadegnum 6. mai kl. 08.00, har nokta verður limum felagsins at taka upp arbeiði á hesum støðum:
Landssjúkrahúsið: Skurð- og narkosudeildin, sjúklingaskrivstovan, trissan, Medisinskt ambulatorium G3, tó undantikið dialysu og onkologi. Kirurgiskt- og ortopædiskt ambulatorium, Útistova, Eygnadeildin og Oyrna- nøs- og háls deildin.
Klaksvíkar sjúkrahúsi: Skurð- og narkosudeildin
Suðuroyar sjúkrahúsi: Skurð- og narkosudeildin
Heilsuskúlanum á Tvøroyri.
Ì skrivinum verður harumfrat sagt, at tá tiltøkini verða herd, verður fráboðað Fíggjarmálaráðnum.