Fráboðan frá Tjóðveldi

Eldraøkið og eldrapolitikkur skal snúgva seg um lívsgóðsku, fjølbroytt tilboð og somu rættindi hjá øllum borgarum í landinum

Leygardagin 24. august 2013 stevndu allir partar í Tjóð­veldi til fundar í hølum Før­oya Arbeiðarafelags: Kom­mun­u­politikarar, ting­mann­ing, aðalstjórn og økis­feløg. Til umrøðu vóru eldraøkið og æt­lan­ir­nar at leggja eldra­øk­ið frá landinum til kom­mun­ur­nar.
Fakfólk, kommunu­polit­ik­ar og løgtingslimir flok­sins úr ymsum plássum í landinum løgdu fram á fundinum. Ymiskar hugs­an­ir og ætlanir vórðu lagdar á borðið og viðgjørdar. Fund­ur­in staðfesti:
- At ætlanirnar hjá lands­stýri­num at leggja eldra­øk­ið til kommunurnar hava higartil vent grund­leggj­andi skeivt. Tað hev­ur ikki snúð seg um borg­ar­an ella starvs­fólkini, men bert snúð seg um skriv­stovu­veldis­hugsan, stuttskygdar loys­nir og at leggja ábyrgd frá sær til aðrar kassar og ó­greiðar skipanir.
- At tann førdi skatta­politikkurin undir­grev­ur møgu­­leik­ar­nar at fíggja hald­góð­ar væl­ferðar­tæn­ast­ur frameftir, har ójavni og brúkaragjøld koma inn gjøg­num bakdyrnar.
- At fyri Tjóðveldi snýr eldraøkið og eldra­poli­tikk­ur seg um at tryggja øllum borgarum í landinum grund­­leggj­andi somu rætt­indi, møguleikar, fjølbroytt til­­boð og ávirkan á egnar lívs­um­støður – uttan mun til, hvar í landinum vit búg­va.
- At vit hava ríkar møgu­leik­ar at menna nógv meira fjølbroytt til­boð á eldraøkinum – við eitt nú heimatænastu, dag­til­boð­um, kalliskipanum, eldra­íbúðum við ávísum tænast­um og øðrum, sum kunnu menna sjálvsavgerðarættin og lívsgóðskuna og fáa nógv meira burtur úr fíggjarliga fænum. Í dag hevur alt ov nógv­ur dentur verið lagdur á røktarheimspláss.
- At fíggjarliga ábyrgdin og umstøðurnar at tryggja og menna bestu og fjøl­broytt­astu tænastuna skal vera greið, haldgóð og sam­halds­føst.
- At tey mongu dugna­ligu fakfólk og starvsfólk skulu fáa veruligar um­støð­ur at útinna sítt arbeiði á eldraøkinum uttan at druk­na í skrivstovuveldi og rokniørkum.
- At Tjóðveldi setur omanfyrinevndu mál sum avgerandi fyri at viðgera, hvar og hvussu eldraøkið skal skipast millum land og kommunur. Og at ein fullfíggað lýsing verður gjørd av fyrimunum og vansum fyri borgaran av at skipa eldraøkið sum lands- ella kommunalt mál.
- At tað er ábyrgdarleyst at flyta eldraøkið 1. januar 2014, tí ongar fortreytir eru greiðar.