Tíðindaskriv
Í samband við málið um maskinmeistarar hjá Fiskiveiðieftirlitinum nevndi Elmar Højgaard í útvarpinum í gjárkvøldi, at Maskinmeistarafelagið ikki vildi geva undantaksloyvir til maskinmeistarar hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Til hetta er at siga, at Maskinmeistarafelagið hevur ikki heimild til at geva undantaksloyvir. Tað er Sjóvinnufyrisitingin, ið eins og Fiskiveiðieftirlitið er stovnur undir Fiskimálaráðnum, ið skrivar út slík loyvir.
Hinvegin hevur felagið ummælisrætt og tað er rætt, at felagið - vísandi til altjóða reglur - hevur mælt frá at geva undantaksloyvi til maskinstjórar.
Tá ið Sjóvinnufyrisitingin kortini skrivaði slíkt loyvi, varð hetta kært til Sjóvinnuráðið, ið hevur endaligan myndugleika á hesum øki.
Sjóvinnuráðið gav Maskinmeistarafelagnum viðhald í hesari kæru og Sjóvinnufyrisitingi fekk eina átalu fyri at hava givið undantaksloyvi.
Tað, sum Maskinmeistarafelagið gjørdi í hesum føri var at vísa á, at Fiskiveiðieftirlitið og Sjóvinnufyrisitingin ætlaðu at seta til viks altjóða lóggávu.
Tíbetur steðgaði Sjóvinnuráðið hesum.