Fráboðan frá flokstingi Tjóðveldisfloksins í Sørvági

Søguligur møguleiki fyri samanhaldi um fullveldi og vælferð

Fráboðan frá flokstingi Tjóðveldisfloksins í Sørvági


Søguligur møguleiki fyri samanhaldi um fullveldi og vælferð


Flokstingið staðfestir, at fullveldismálið mangan verður lagt út sum eitt stríð ímóti dønum ella sum eitt stríð millum føroyingar innanhýsis. Tí leggur flokstingið dent á, at Tjóðveldisflokkurin í fullveldismálinum arbeiðir fyri:


- Treytaleysum fólkaræði

- Fullari ábyrgd fyri vælferð fólksins

- Fjølbroyttum vinnulívi og sjálvberandi búskapi

- Rætti føroyinga at samstarva við aðrar tjóðir á jøvnum føti


Flokstingið staðfestir:

- at føroyski búskapurin er sterkari enn nakrantíð til at verða støðið undir einum sjálvberandi samfelag

- at fullveldistilgongdin er væl fyrireikað og liggur í tryggum fólkaræðisligum karmi

- at nú er bert eftir at fremja viljan til fullveldið í verki


Tjóðveldisflokkurin heitir á allar føroyingar, tvørturum øll floks- og aldursmørk, at taka við tí søguliga møguleika, sum stendur okkum í boði.


Tjóðveldisflokkurin mótmælir teirri ósømiligu útrokning um kostnaðin av føroyingum í Danmark, sum leggur upp til eitt stríð millum fólkini, heldur enn sømiligar samráðingar millum politisk umboð.


Flokstingið staðfestir, at nógv stórmál eru loyst í samgonguskeiðnum higartil. Eitt nú:


- Avlagandi studningspolitikkurin er manaður í jørðina

- Ein nýggjur vinnupolitikkur er stungin út í kortið, har greiðar linjur eru millum alment og privat

- Hóast byrjunartrupulleikar og ørkymlan eru pensiónirnar hjá øllum hækkaðar munandi

- Marknatrætan við bretar er loyst og oljuleiting stendur fyri framman

- Varisligar betringar eru gjørdar á flestu samfelagsøkjum


Kortini má ásannast, at stórmál liggja á láni at loysa:


- Íløgutørvurin er stórur innan heilsuverkið, skúlaverkið og samferðsluøkið. Tjóðveldisflokkurin gongur á odda fyri at raðfesta, so betringar verða gjørdar í samsvari við búskaparligu orkuna í einum sjálvstøðugum Føroyum.

- Økismenningarpolitikkurin má síggjast í verki - innan skúla, samferðslu, samskifti og aðrar almennar tænastur

- Ósemjur hava verið á arbeiðsmarknaðinum, og neyðugt er at skapa álit millum fakfeløg og myndugleikar. Í løtuni eru sáttmálasettu lærararnir í verkfalli. Flokstingið ásannar, at neyðugt er at fáa fólkaskúlan fullvirknan aftur beinanvegin, og heitir á partarnar um at fara aftur til samráðingar sum skjótast.


Í Sørvági, 1. apríl 2000



Floksting Tjóðveldisfloksins