Ófráboðaðir fyrispurningar

Tingið verður sett nú - ófráboðaðir fyrispurningar fyrst á skránni

Tingfundurin verður settur beint nú.

 

Fyrst á dagsskránni í dag eru ófráboðaðir fyrispurningar. Hetta er eitt punkt á dagsskránni, sum ein tími er settur av til.

 

Tá ið tímin er farin, verður farið til næsta punkt á skránni, og teir flokkar, sum ikki sleppa framat við ófráboðaðum fyrispurningum í dag, standa fyrst á skránni næstu ferð hetta punkt er á skránni.

 

Fyrsta tingfólk, sum sleppur at seta ein spurning fram í dag er uttanflokkakvinnan, Sonja Jógvandóttir.