Havn: - Skræddari stavast altso við A ? skraddari!
Teir báðir skraddararnir, Sólvør og Beinta eru sera bevístar um sítt fak. Og tað kemur eisini til sjóndar í øllum tí, tær takast við.
Teirra arbeiði er merkt av nærlagni, dygd og eini uppfinnsomheit sum ein má leita leingi eftir.
Tær halda vanliga til í hølum sínum miðskeiðis í Havnini, men tað hevur helst ikki altíð verið so lætt hjá fólki at finna fram til, hvar tær halda til.
Tí mong munnu tey vera, sum ynskja at síggja alt tað, sum tær fáa frá hondum.
Nú er hesin møguleikin so til staðar, við teirri søluframsýningini tær hava í hølunum hjá Listir í Bøgøtu. Á hesum staði ber væl til at síggja og keypa nøkur av teim snotuligu pløggunum, sum tær hava evnað til.
Kærkomið høvi
Sólvør Jacobsen (26) og Beinta Vilhelmsen (29) seyma so at siga alt tað, sum fólk ynskja.
Her kann vera talan um buksur, blusur, taskur, turriklæð bæði til børn og vaksin, eins og vanlig gerandisklæði.
Í lítlu hølunum, har tær halda til, er ikki gjørligt at hava ein sýnisglugga. Tað eru uttan iva mong, sum hava ynskt at sæð tað tær takast við, men sum hava hildið seg aftur í at støkka inn á gólvið hjá teimum, orsakað av hølisviðurskiftunum.
- Nú vit eru komnar oman higar, so ynskja vit at markera okkum og okkara arbeiði, siga tær báðar við Sosialin.
Henda framsýningin í Listir er tí somuleiðis eitt kærkomið høvi hjá teimum at vísa fram nakað av tí, tær hava gjørt. Og ein góður møguleiki hjá fólki at ogna sær lutir, sum eru "made in the Faroes".
Tær eru tí sera spentar uppá, hvussu henda søluframsýningin fer at eydnast væl. Tær byrjaðu seinasta mánadag, og verður opið allan henda mánaðin.
Dreymaplaggið
Tær báðar byrjaði at arbeiða saman fyri sløkum tveimum árum síðani.
Hetta var ein heppin loysn, tí tær hava havt úr at gera síðani tá. Nógv pløgg eru latin úr hondum, og hetta er so við til at skapa enn størri umtalu manna millum.
At arbeiða sum skraddari er eitt heilársstarv, men tað eru tó tíðir, tá serliga nógv er at gera ? t.d. henda tíðina, nú fólk ynskja sær føroysk klæðir til studentsprógvið ella til ólavsøkuna, sum verður um minni enn fýra mánaðir.
Teirra styrki er, at tær kunnu seyma eitt dreymaplagg til fólk, hóast fólkini ikki hava nakra mynd ella annað at vísa fram. Byrjast kann við einum blonkum arki og kann tað enda við júst tí plagginum, sum fólk altíð hava ynskt sær.
- Á henda hátt kunnu fólk eisini tryggja sær, at teirra plagg er unikt ? at eingin annar gongur í sama plaggi sum tey, siga tær báðar.
Hjá fólki
Sólvør og Beinta sita tó ikki bert í egnum hølum og seyma klæði. Og tær eru ikki bert á almennum framsýningum. Tær vitja eisini ofta úti hjá fólki.
Eitt, sum teimum dáma sera væl ? og sum onnur eisini halda vera áhugavert ? eru tey sonevndu "home-parties".
Hesi kvøldini hava verið sera væl umtókt, og hava tær longu verið fleiri ferðir úti, m.a. til samkomur í Vestmanna, Havn, Porkeri og í Vági.
Á hesum samkomum hava tær so víst fram nakað av tí, tær hava gjørt, eins og tær hava kunna tikið mát av fólki, soleiðis at fólk kunnu fáa júst tað plaggið, tey ynskja sær.
Jú, her er talan um tvær kvinnur sum vilja nakað. Og um eina serføroyska framleiðslu, sum fólkum dáma.