- Eg frábiði mær at verða kallaður ábyrgdarleysur av Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóra í Havn.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, sum nú situr í borgarstjórasessinum í Tórhavnar Kommunu.
Í Sosialinum í gjár fanst Jan Christiansen harðliga at førda fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni í Tórshavnar Býráð. Hann sigur, at ongar íløguraðfestingar eru gjørdar og at tað er skilligt, at íløgupolitikkurin er grundaður á eina lántøku upp á einar 100 milliónir um ári
Tí er vandi fyri, at borgarar í Tórshavnar Kommunu kom at standa sum Føroya størstu skuldarreyvar um nøkur fá ár.
Gjalda av tøkum peningi
- Hetta er fullkomiliga burturvið, tí samgongan í býráðnum er framskygd og ger íløgur eftir einum tryggum leisti til gagns fyri alla kommununa og fyri alt samfelagið.
Allar íløgurnar, vit hava gjørt, hava vit goldið og tær íløgurnar, vit ætla at gera, fara vit eisini at gjalda av tøkum peningi, tí Tórshavnar Kommuna skyldar ikki eitt oyra í dag.
Heðin Mortensen sigur, at veruleikin er, at Jan Christiansen sær ikki skógina fyri berum trøðum og hevur lagt seg sum eina forðing fyri øllum framburði í kommununi.
Hann ásannar, at Jan Christiansen hevur rætt í, at talan er um at gera nógvar íløgur tey næstu árini.
Sjálvur øtast Jan Christiansen við, at talan er um at gera einar 16 íløgur fyri eina milliard tey næstu árini
- Eg vil heldur siga, at íløgutørvurin í Tórshavnar kommunu nærkast tveimum milliardum tey næstu árini, eitt nú íløgur sum Jan Christiansen útsetti í síni tíð sum borgarstjóri.
- Men ein býráðslimur, sum Jan Christiansen, sum eisini er limur í fíggjarnevndini, átti at skilt, at tað er ein himmalvíður munur á teimum ynskjum og ætlanum vit hava og á teimum útbyggingum, vit hava samtykt í býráðnum.
- So leingi onki er samtykt, kann tað ikki roknast ein íløga.
- Av teimum 16 íløgunum, Jan Christiansen nevnir upp á eina milliard, eru veruleikin tann, at bara tríggjar eru samtyktar higartil. Tað er skúlin í Hoyvík, fimleikahøllin við Tórsvøll og rennibreytin, sum verður liðug heilt skjótt.
- Allar hesar íløgur verða fíggjaðar við tøkum peningi, tí tað hevur býráðið samtykt og tað verður altso ikki alt goldið eftir einum ári, tí byggingarnar taka tíð.
Í ár hevur Tórshavnar Kommuna eina íløguætlan upp á 256 milliónir og sum er samtykt í býráðnum og tað er ikki bygt á eina lántøku upp á 100 milliónir í ár, soleiðis, sum Jan Christiansen førir fram.
- Okkara endamál er at vera sjálvfíggjandi við teimum íløgum, vit gera. Men tað veldst eisini um, hvussu stóra ferð, vit seta á. Vit skylda onki og kunnu taka næstan 600 milliónir í láni, so um vit taka eina lántøku, er tað ongin ólukka.
Kortini leggur borgarstjórin dent á, at sum støðan er nú, hevur kommunan ikki brúk fyri at taka lán og tað eru heldur ongar ætlanir um tað.
- Vit raðfesta soleiðis, at vit vilja verða sjálvfíggjandi, men hvat kann henda einaferð, ber sjálvandi ikki til at siga
Hava greiða raðfesting
Men Heðin Mortensen staðfestir, at kommunan klárar neyvan at brúka allan íløgupeningin, tí tað manglar arbeiðsmegi í landinum.
Nú minnist eg, at á býráðsfundi, tá ið fíggjarætlanin varð samtykt, vísti Jan Christiansen nettupp á, at talan var um eina fullkomiliga órealistiska íløguætlan, tí Býráðið fór aldrin at megna at seta øll hesi arbeiðini ígongd?
- Tað er rætt, men tað var so tann avgjørda ætlanin hjá okkum at halda okkum til hesa ætlanina, men at tað manglar arbeiðsmegi, fáa vit onki gjørt við og so steðga íløgurnar av sær sjálvum.
Hinvegin leggur hann afturat, at talan er ikki um luksusíløgur, men í stóran mun um íløgur, sum landið hevur álagt kommunum. Eitt nú skal alt kloakútlát vera reint í 2010 og vit eru eisini trýst til at átaka okkum ábyrgdina av eldraøkinum, hóast tað í veruleikanum er ein landsuppgáva.
- Men landið hevur forsømt økið so grovliga, at kommunurnar eru trýstar at taka ábyrgdina, tí vit kunnu ikki forsvara at venda tað blinda eyga til, akkurát, sum landið hevur gjørt.
Heðin Mortensen staðfestir eisini, at samgongan í býráðnum hevur eina greiða raðfestingarætlan.
- Men sjálvandi er Jan Christiansen ikki við í hesum raðfesting, tí hann er ikki við í samgonguni.
Men hann staðfestir, at tað fyrsta samgongan raðfesti, var at fáa bíðilistan til barnaansing burtur. Fyribils hevur býráðið raðfest íløgur í skúlar og tað fer at taka nógva orku, har nýggir skúlar verða bygdir í Hoyvík og á Argjum og ábøtur á Kommunuskúlan og St. Frantsskúla. Síðani verður eldraøkið raðfest við stórum røktarheimið Yviri við Strond.
Somuleiðis er raðfest, hvussu nógv skal brúkast til hvørt øki sær, bæði mentamál sosialmál o.s.fr.
Annars hava vit gjørt okkara raðfestingar í samgonguskjalinum, men raðfestingar kunnu broytast alla tíðina og tí samtykkja vit so hvørt, hvat skal gerast nú og hvat skal bíða-tað kann vera tí, at tað ikki er klárt at fara undir av ymsum orsøkum. Eitt nú kann tað vera ymiskt, hvussu langa tíð tað tekur at fáa fatur á byggilendi. Og tí vera málini tikin fram so hvørt, tey eru búgvin til politiska støðutakan.
Tí tænir tað ongum endamáli at gera langtíðarraðfestingar út í æsir, tí tær kunnu broytast so hvørt, sum samfelagið broytist og so hvørt, umstøðurnar broytast, sigur Heðin Mortensen.










