Frá Barcelona til Føroyar

Villareal framherjin, tann 24-ára gamli Giuseppe Rossi, spældi fyri fáum døgum síðani móti Barcelona í sponsku landskappingini

Í annaðkvøld skal hann spæla móti Føroyum á Tórsvølli.
– Tað eru tvey ymisk lið, tað er einki at ivast í, sigur Giuseppe Rossi, sum undan dyst­inum móti Barcelona, var við til at sparka danska OB úr Champions League.
Italska landsliðið hevur skift spælistíl seinnu árini og hevur stílin hjá Barcelona sum fyrimynd. Spælið skal ganga skjótt og leikararnir verða skjótir og kunna flyta seg nógv, fortelur ein italskur tíð­inda­­maður á hálvbrotnum enskum.
– Vit kunnu ikki hugsa um at spæla sum Barcelona til hendan dystin. Vit skulu bara hugsa um at vinna, sigur Giuseppe Rossi, tá hann verður spurdur uppleggið til dystin í annað­kvøld.