ALTJÓÐA KVINNUBØNARDAGUR
Fyrsta fríggjadag á hvørjum ári sameinir altjóða bønardagurin kristnar kvinnur úr fleiri enn 170 londum í einum heimsumfatandi felagskapi í bøn og verki. Í hesum sambandi eru Adventkirkjan í Havn, Christianskirkjan í Klaksvík og Missiónshúsið í Vági karmur um bønardagin. Á øllum støðum kl. 19.30.
Í ár eru tað kvinnur í Samoa, sum hava gjørt tilfarið til altjóða kvinnubønardagin. Samoa liggur í Kyrrahavinum og er eitt av heimsins minstu londum. Umleið 99 prosent av fólkinum eru kristin. Samoa er samstundis eitt av heimsins minst mentu tjóðum. Síðani landið gjørdist sjálvstøðugt í 1962, er búskapurin viknaður. Ídnaðurin er lítil, og vøksturin í tænastu- og ferðafólkavinnuni somuleiðis. Nógv fólk úr Samoa búgva og arbeiða í øðrum londum.
Peningurin, sum verður savnaður inn altjóða kvinnubønardagin, fer til trý endamál. Bønardagsnevndin í Litava og kvinnur í Ukraina, ið arbeiða til frama fyri altjóða kvinnubønardagin fáa ein part. Kvinnufelagið í Metodistkirkjuni í Letlandi, sum arbeiðir við børnum og ungum fáa ein part, og ein partur fer til foreldraleys børn í Vilnius í Letlandi.










