Frá at elta breyð til at mýkja vøddar

Fríggjadagin kom nýtt lív í aftur ein part av Havnini, har tað hevur verið øskukalt leingi. Tó ikki soleiðis at skilja, at hiti er komin í aftur stóra bakaraovnin á bakarínum hjá Conrad Skaale og Palle Bager. Tíðir skifta. Nú er tað ein heilt nýggja vinna, sum hevur latið upp dyrnar í hesum gamla bakarahandlinum. Ergo og Hjálpartól hava nútímansgjørt hølini í J.C. Svabosgøtu 6.

Handilslív
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo



Hølini hava staðið so gott sum óbrúkt í meira enn 30 ár. Tá Conrad Skaale doyði 1974 endaði eisini eitt kapittul í føroyskari bakarísøgu. Nú er so aftur lív í á hesum sera eyðsýnliga og kenda gøtuhorninum. Ergo og Hjálpartól, sum keyptu ognina og hava umvælt hana til endamálið, hevði móttøku í nýggju og rúmligu hølunum fríggjadagin. Í tíðindakrivi siga nýggju eigararnir, sum hava varðveitt gamla ovnin, at ístaðin fyri at elta breyð har verða nú vøddar mýktir í tí framkomna "Relax rúminum ", har fýra av heimsins mest framkomnu massagustólum finnast. Umframt handil húsast har viðgerðarstova við ergoterapi, sansarúm og relaxrúmi. Á 1. hædd er fundar- og undirvísingarhøli. Fimm fólk fara at starvast hjá Ergo og Hjálpartól. Stjóri er Beinta Lassen, ergoterapeutur.