Rúsdrekka
Johan Mortensen, partaeigari í Restorffs Bryggjaríi, er ikki í iva um, at okkara rúsdrekkalóg als ikki er tíðarhóskandi og krevur munandi broytingar.
Hann fegnast um, at broytingar eru á veg í lógini, soleiðis at summarfestivalar kunnu selja øl.
- Men eg haldi avgjørt, at tað hevði verið upp á sítt pláss, at øl og vín eisini fingust til keyps í ávísum supermarknaðum kring landið.
Johan hevur eisini ta áskoðan, at fólk í ein ávísan mun sjálvi skuldu kunnað innflutt eitt sindur av øli og víni til egna nýtslu uttan, at hetta skal um Rúsdrekkasølu Landsins við tí risakostnaði, sum tá kemur oman á prísin.
- Soleiðis, sum skipanin er, er hon ikki brúkaravinarlig. Tað eru nógv fólk, sum av áhuga kundu hugsað sær at roynt ymisk sløg av øli og víni, men sum ikki hava henda møguleika undir verandi skipan.
Rúsan privatiserast
Partaeigarin í Restorffs Bryggjaríi, Johan Mortensen, heldur eisini, at Rúsdrekkasøla Landsins eigur at verða einskild, tí karmarnir um søluna eru alt ov trongir og ótíðarhóskandi.
- Sølan kundi í fyrsta lagi verið yvirtikin við somu skyldum um avkast til landskassan, sum skipanin við Rúsdrekkasølu Landsins hevur í dag. Men ein einskild rúsdrekkasøla, hevði avgjørt verið meira kundavinarlig enn almenna sølan, sum vit hava í dag, heldur Johan Mortensen.










