LOFTFERÐSLA
Í Vinnumálaráðnum í Tinganesi arbeiða tey í hesum døgum við at orða ein nýggjan loftferðslupolitikk. Hetta er ætlað sum ein endurskoðan av verandi politikki á loftferðsluøkinum.
Men greitt er longu nú, at hesin nýggi loftferðslupolitikkurin mest sannlíkt fer at merkja munandi broytingar á loftvegis ferðasambandinum til og úr Føroyum.
ES
Eitt, sum hyggjast skal væl eftir í sambandi við nýggja loftferðslupolitikkin, er støðan hjá ES. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í loftferðslumálum, sigur, at ES hevur ein loftferðslupakka, ið vit eiga at hyggja væl eftir. Hesin pakkin ásetir nakrar týðandi dereguleringar(endurjavningar) á loftferðsluøkinum.
? Ein tílíkur politikkur vil kanska ikki merkja púra fría kapping - men tað vil munandi fríari kapping, enn tað er í dag, sigur Bjarni Djurholm.
Ásetingarnar á loftferðsluøkinum í Føroyum geva bert Maersk-Air og Atlantic Airways loyva at røkja flest allar ruturnar til og úr Føroyum. Og í sambandi við nýggja loftferðslupolitikkin heldur Bjarni Djurholm eisini, at tað er pláss fyri fleiri flogfeløgum.
? Tað vildi bert viðført fyrimunir fyri øll, um ein operatørur afturat kom á føroyska marknaðin, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin sigur tó, at tað er nógv at hugsa um, tá ein tílíkur politikkur skal orðast. Ætlanin er eisini, at umboð úr vinnuni vera við í einum arbeiðsbólki, sum skal arbeiða við nýggja politikkinum á loftferðsluøkinum.
? Atlantic Airways er orsøkin til, at vit hava fingið kapping á økinum, og tað er ikki meiningin, at felagið bara skal hvørva. Men sjálvandi skulu vit fyrst og fremst arbeiða brúkara- og samfelagssjónarmiðunum sum politikarar, sigur Bjarni Djurholm, sum kundi hugsað sær, at verandi flogfeløg í Føroyum fingu tíð at umstilla seg til møguligar broytingar, tá hesar einaferð skulu setast í verk, soleiðis at øll eru á líka fóti at skapa sær eina framtíð í javnbjóðis kapping.
Einskilja
Samstundis sum Bjarni Djurholm arbeiðir við nýggjum loftferðslupolitikki, so verður eisini arbeitt við at einskilja(privatisera) Atlantsflog.
? Hesar báðar prosessirnar koyra paralelt, men eg havi boðað løgmanni frá, at tann besta loysnin er, um vit bíða við einari endaligari einskiljing til hesin nýggi politikkurin er orðaður og semja er fingin um hann. Hetta er tað besta fyri allar partar ? eisini møguligar keyparar, sum sostatt vit, hvat teir fara inn í, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin kallar tað yvirtulking, tá blaðmaðurin roynir at fáa prátið at snúgva seg um, at Atlantic Airways hevur ein serstøðu, og landsstýrismaðurin roynir at verja sínar ognir.
? Tað er nógv, sum skal vigast upp ímóti hvørjum øðrum í hesum málinum, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir eisini staðiliga aftur, at landsstýrið berur ótta fyri, at sterka Maersk-Air konsernin kann skumpa lutfalsliga veikari Atlantsflog av marknaðinum.
- So spennandi er tann føroyski marknaðurin ikki, at teir fara at nýta nógvar milliónir upp á at eiga hann einsamallir, sigur Bjarni Djurholm.
Á tveimum hesum
Eins og við øðrum almennum fyritøkum er Bjarni Djurholm í einari heilt serligari støðu, tá tað snýr seg um Atlantic Airways. Tað er landsstýrið, ið eigur Atlantic Airways. Landsstýrið verður umboðað av Bjarna Djurholm. Og hesin sami Bjarni finna vit aftur, tá leitað verður eftir føroyska myndugleikanum á økinum. Tað er Trafikministeriet í Danmark, sum ásetir ferðaseðlaprísirnar endaliga, men áðrenn hava teir verið ein túr forbí hjá Bjarna Djurholm til hoyringar.
Landsstýrið er sjálvsagt eisini fullgreiður yvir sína serstøðu. Í nýggja loftferðslupolitikkinum verður eisini hugt at, hvussu ásetingarmyndugleikin hjá landsstýrismanninum kann passa betri saman við starvið sum eigari av Atlantic Airways. Men tvístøða er so ella so framvegis galdandi til Atlantic Airways verður einskilt, og tað er í løtuni ógvuliga torført at siga um ella nær, hetta fer at henda.
Lesið meira um flogferðslu í Sosialinum í morgin.