Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur í dag fingið svar frá Karup kommunu uppá skrivið, ið hann sendi teimum í síðstu viku. Í brævinum boðaði landsstýrismaðurin Karup kommunu frá, at eitt tilboð til børn við atferðar- og tilknýtingartrupulleikum er á veg, og at ein kunngerð er komin í gildi, sum ger tað møguligt hjá donskum myndugleikum at plasera børn í Føroyum.
Hans Pauli Strøm heitti á Karup kommunu um at umhugsa at ganga ynskinum á møti um, at Petur kann verða verandi í Føroyum. Landsstýrismaðurin legði í brævinum dent á, at Petur í Føroyum kann varðveita samband við síni systkin og sína familju í Føroyum.
Karup kommuna hevur avgjørt ikki at ganga hesi áheitan frá landsstýrismanninum á møti. Kommunan grundgevur avgerð sína við, at út frá danskari lóggávu er kommunan noydd til at síggja støðuna hjá Peturi í mun til støðuna hjá pápanum, ið býr í Karup kommunu.
Av tí at Karup kommuna hevur avgerðarmyndugleikan í málinum, kann landsstýrismaðurin ikki gera meira. Landsstýrismaðurin kann ikki áleggja donsku kommununi at broyta avgerðina.
Hans Pauli Strøm sigur, at arbeiðið við at seta ætlanina í verk við at skipa ein nýggjan stovn í Føroyum til børn við atferðar- og tilknýtingartrupulleikum tó heldur áfram.









