A Annar páskadagur var fyrr í tíðini bæði triði og fjórði páskadagur, men varð til ein dag í 1800-árunum.
Á Ápostlasøgan er tað stað í Bíbliuni, har Jesu deyði og uppreisn verða lýst.
B Bloksbjerg eitur staðið, sum flogið var til Skírishósdag. Tað vóru sjálvandi páskaheksirnar, ið fóru avstað á kustinum.
D Dagurin, tá Jesus kemur ríðandi inn í Jerusalem, verður nevndur Pálmasunnudagur, tí fólkið heilsaði honum við pálmabløðum.
E Egg – vit mála, rulla og eta tey á páskum. Fyrr var vanligari, at vit ótu tey rullaðu eggini, nú verða tey oftani liggjandi til fuglar og onnur djór.
F Fjarður eru vælumtókt prýði at pynta við á páskum.
G Greinar eru vælegnaðar at heingja páskapynt og páskareggini í.
H Høsnarungar eru kanska tað, vit oftast pynta heimið við á páskum. Klipp tær hendan út og líma hann saman – ella nýt hann sum skabilón til tín egna høsnarunga.
I INRI – stóð á krossinum hjá Jesusi. Tað merkir »Jesus frá Nasaret, kongur jødanna«.
Í Í haganum er vanligt, at tey fyrstu smálombini eru at síggja um páskirnar.
J Jesu deyði og uppreisn er orsøkin til, at vit halda páskirnar.
K Knekka egg, ella hvussu ein ger tað, var fyrr í tíðini eitt tekin uppá hvønn samfelagsflokk ein hoyrdi til. Tey niðarliga á samfelagsstiganum knekkaðu eggið við at banka við eini skeið á tað, meðan tey fínari skóru toppin av við einum knívi.
L Lambssteik er onki nýtt í Føroyum, men fyri grannalondini er siðurin at eta lamb á páskum nýliga komin frá Miðalhavslondunum.
M Mel Gibson hevur skrivað og leikstjórnað ein av kendastu filmunum um páskirnar »The Passion of the Christ«. Tað sigst, at Mel Gibson nýtti sína egnu hond sum »stand-in«, tá naglin skuldi gjøgnum hondina.
N Níggju tímar hekk Jesus á krossinum, áðrenn hann doyði.
O Ostern er tyska orðið fyri páskir. Bæði týska og enska orðið »Easter« koma frá kristnu várgudinnuni Ostra.
P Páskirnar verða ongantíð hildnar áðrenn 21. mars.
R Reyðkál er, so løgið tað ljóðar, ein góður háttur at mála páskareggini blá við.
S Sjokulátaegg eta vit nógv á páskum. Størsta sjokulátaeggið, ið nakrantíð er framleitt, vigaði 6.440 kilo og var gjørt í Brasilia 2010.
T Tjúkk mjólkasjokuláta við hvítari og gulari fyllu eyðkennir okkara yndlings egg – nevnliga Cadbury kremeggið. 200 milliónir egg verða seld árliga.
Ú Út úr Egyptalandi – ella á latíni »exodus« er orsøkin til jødisku páskirnar.
V Vanligt er ikki at dansa Langa Fríggjadag.
Y Ynskini á páskum – »Gleðiligar páskir« – skulu eftir røttum ikki sigast fyrrenn fyrsta páskadag, tá Jesus reis uppaftur.
Æ P(Æ)tursplássið er sentrum í Vatikaninum, og á páskum savnast nógv fólk har.