Fríða til Íslands at spæla

Hondbóltur: Málverjin hjá føroyameistarunum í kvinnuhondbólti, Fríða Petersen, skal til Íslands at spæla í bestu kvinnudeildini har við felagnum KA/Þór

Tann 2. september byrjar eitt nýtt tíðarskeið og ein nýggj avbjóðing í hondbóltslívinum hjá Fríðu Petersen, sum í vár vann føroyameistaraheitið við kvinnunum hjá Neistanum, umframt at hon er landsliðsmálverji. Tá skal hon nevniliga til Íslands at spæla hondbólt í bestu kvinnudeildini.
Tað er umvegis Jacob Jónsson, at Fríða Petersen er komin í samband við KA/Þór, ið er samanlegging av tveimum feløgum á Akureyri, sum í 2006 komu til ta niðurstøðu, at tey máttu leggja saman, so tey skuldu vera nóg sterk til at bjóða teimum størstu av. Jacob spældi í síni tíð við KA, so tann vegin hevur hann samband við felagið.
Fríða Petersen sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá Neistanum, at hon helt hetta vera røttu løtuna at royna okkurt nýtt á hondbóltsleiðini, tí hon í februar var liðug við útbúgving sína og fær farloyvi frá arbeiðinum, so hon kann fara til Íslands at royna seg.
Áðrenn sáttmálin var undirskrivaður, høvdu umboð fyri KA/Þór bara sæð avrikini hjá Fríðu á sjónbandi, men tað var nóg mikið til at sannføra íslendingarnar um, at her var ein góður málverji at fáa.
KA/Þór er uppflytari í bestu kvinnudeildina, sum telur 10 lið, og íslendska kappingin byrjar um góðan hálvanannan mánað, tann 1. oktober.