Fría skúlaorðið

Skúlafólk siga sína hugsan um fólkaskúlan og aðalorðaskiftið í tinginum týsdagn

Trongligt var á áskoðarabenkrunum undir aðalorðaskiftinum í gjár. Onkur mátti standa, meðan onnur sótu á gólvinum og á trappuni. Millum áhoyrararnar vóru, sum vera mann, nógv skúlafólk. Onkur teirra lýddi á orðaskiftið allan dagin, meðan onnur sótu eina løtu. Sosialurin heitti á nøkur teirra, um at skriva nakrar tankar um, hvat tey fingu burtur úr orðaskiftinum, sæð úr sjónarhorni teirra.
Vit góvu teimum nakrar leiðbeinandi spurningar, men tað stóð teimum frítt, at byggja viðmerkingina upp, sum teimum lysti.