Í Sosialinum, sum er komin á gøturnar í dag, er eitt serblað um steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum í fótbólti. Talan er um eitt innlegg upp á 12 síður, har tú kanst lesa bæði upptakt, men eisini øðrvísi greinar um steypafinaluna.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Sosialurin hevur endurskapt tiltiknu myndina undan steypafinaluni í 1991, har Tummas Eli Hansen og Kaj Leo H. Johannesen tóku sjómnastak. Nú 27 ár seinni hevur Sosialurin endurskapt og dagført myndina. Tummas Eli Hansen og Kaj Leo H. Johannesen eru báðir við, men nú standa dagsins liðskipara, Odmar Færø úr B36 og Jógvan Rói Davidsen úr HB, fremstir.
Í steypablaðnum eru samrøður við allar fýra liðskipararnar. Eisini verður avdúkað hvør vann sjómnastakið í 1991, og mest av øllum hví viðkomandi vann. Eisini eru samrøður við Odmar Færø og Jógvan Róa Davidsen, har teir seta orð á kensluna undan steypafinaluna.
Í steypablaðnum ber eisini til at lesa samrøðu við Jákup á Borg og Rasmus Nolsøe, sum greiða frá støðuni í hópunum, umframt at Klæmint A. Olsen, sum tók móti steypinum í fjør, tippar hvør vinnur í ár.
Eisini eru samrøður við fysioterapeutarnar hjá B36 og HB, sum arbeiða á sama stað. Í blaðnum fara Beinta Laursen og Jóan Magnus Dalbø til hendurs. Eisini er samrøða við Heidi Sevdal og Ansy Sevdal Jakobsen. Tær skulu dystast um steypagullið í kvinnufinaluni.










