Fótbóltur
Tá Alf Common skrivaði undir ein sáttmála við Middlesbrough, sum var verdur 1.000 bretsk pund afturi í 1905, var tað ein prísur sum skelkaði mong. Men høvdu langabbarnir og oldurabbarnir hjá teimum, sum spæla í Premier League í dag, vita hvat teirra eftirkomarar fáa í løn, so høvdu teir fingið ein skelk uttan sín líka.
Vit hava prentað eitt yvirlit, sum vísir hvussu nógv príslegan er broytt frá tí, at Alf Common fór úr Sunderland til Middlesbrough fyri 1.000 bretsk pund - sum tá var met - til Christiano Ronaldo, sum í summar fór til Real Madrid fyri 80.000.000 bretsk pund, og harvið setti nýtt prísmet.
Yvirlitið vísir prísmetini, sum eru sett seinastu øldina í samband við, at spælarar hava skrivað sáttmála við eitt nýtt fótbóltsfelag.
Í KASSA
Teir dýrastu
Á Spælari Frá felag Til felag Upphædd
1905 Alf Common Sunderland= Middlesbrough £ 1.000
1922 Syd Puddefoot West Ham= Falkirk £ 5.000
1922 Warney Cresswell South Shields=Sunderland £ 5.500
1928 David Jack Bolton=Arsenal £ 10.890
1932 Bernabe Ferreyra Tigre BA=River Plate £ 23.000
1952 Hans Jeppson Atalanta=Napoli £ 52.000
1954 Juan Schiaffino Penarol=Milan £ 72.000
1957 Omar Sivori River Plate=Juventus £ 93.000
1961 Luiz Suarez Barcelona=Inter £ 152.000
1963 Angelo Sormani Mantova=Roma £ 250.000
1968 Pietro Anastasi Varese=Juventus £ 500.000
1973 Johann Cruyff Ajax=Barcelona £ 922.000
1975 Guiseppe Savoldi Bologna=Napoli £ 1.200.000
1976 Paolo Rossi Juventus=Vicenza £ 1.750.000
1982 Diego Maradona Boca Juniors=Barcelona £ 3.000.000
1984 Diego Maradona Barcelona=Napoli £ 5.000.000
1987 Ruud Gullit PSV Eindhoven=Milan £ 6.000.000
1990 Roberto Baggio Fiorentina=Juventus £8.000.000
1992 Jean-Pierre Papin Marseille=Milan £ 10.000.000
1992 Gianluca Vialli Sampdoria=Juventus £12.000.000
1992 Gianluigi Lentini Torino=Milan £13.000.000
1996 Alan Shearer Blackburn=Newcastle £15.000.000
1997 Ronaldo Barcelona=Inter £ 19.500.000
1998 Denilson Sao Paulo=Real Betis £ 21.500.000
1999 Christian Vieri Lazio=Inter £ 32.000.000
2000 Hernan Crespo Parma=Lazio £35.500.000
2000 Luis Figo Barcelona=Real Madrid £ 37.000.000
2001 Zinedine Zidane Juventus=Real Madrid £ 45.600.000
2009 Kaka Milan=Real Madrid £ 56.000.000
2009 Cristiano Ronaldo Manchester United=Real Madrid £ 80.000.000










