33 ár gamli álopsveteranurin Robbie Fowler fer nú møguliga til Australia at spæla. Fowler hevur seinast spælt fyri Blackburn, men nýggi venjarin Sam Allerdyce hevur boðað frá, at hann ætlar sær ikki at brúka Fowler. Nú hevur North Queensland boðað frá sínum áhuga fyri Fowler, og venjarin í felagnum hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast lokka Fowler til Australia at spæla.
Robbie Fowler er serliga kendur fyri síni avrik í Liverpool, har hann skoraði 183 mál í 369 dystum.









