Fleiri amerikanskir fjølmiðlar skriva nú, at Barack Obama hevur vunnið forsetavalið og fær fýra ár afturat í Hvítu Húsunum. Bloomberg News skrivaði fyri løtu síðani, at Obama vinnur, og nú sigur sjónvarpið MSNBC tað sama.
Barack Obama man eisini kenna seg tryggan, tí á Twitter hevur hann nú skrivað "Four more Years", samstundis sum hann takkar sínum stuðlum.
Samstundis verður sagt, at Obama vinnur tann sera týðandi sveigstatin Ohio. Í Florida telja tey enn, og fyri løtu síðani var Obama á odda við 35.000 atkvøðum.