Ein av bólkunum, sum javnan spælir til dans, og onnur tiltøk, er Four MENh.
Nú hevur bólkurin verið í upptøkuhølunum og burturúr er komið staklagið "Kærleikin er besta mið".
Tað er ikki heilt uttan orsøk, at bólkurin gevur hetta lag út á netinum.
Um eina viku er Four MENh ein av bólkunum, sum fer á pall í Sørvági. Tá er aftur Countryfestivalur í Sørvági, har útlendsk og føroysk nøvn fara á pall, og óivað verður "Kærleikin er besta mið" at hoyra, tá Four MENh fara á pall.
Hoyr lagið her:










