Fountainhúsið: Nógv komið burturúr hesi 10 árini

Í dag var hátíðarhald í Fountainhúsinum, nú tað eru 10 ár síðani, at virksemið byrjaði

Súna Mørk er leiðari í Fountainhúsinum

Súna Mørk, leiðari í Fountainhúsinum, fegnast. Við árunum eru fólk farin at kenna Fountainhúsið betur, og fleiri fáa gleði av húsinum.

 

- Eg haldi, at vit kunnu bara vera nøgd við alt, sum er komið burtur úr hesi árini. Vit hava fingið nógv menniskju víðari út í samfelagið, og tað er fantastiskt, sigur Súna Mørk.

 

Í januar flutti Fountainhúsið í størri hølir í V. U. Hammerheimbsgøtu 3 í Havn.

 

- Húsini koma til sín rætt. Fólk byrja at venja seg við tey, eru glað fyri húsini og duga at brúka tey. Nýggju hølini geva nógv fleiri møguleikar, sigur Súna Mørk.  

 

Tá Súna Mørk kagar 10 ár aftur, er hon sannførd um, at Fountainhúsið nøktar ein tørv, sum var og framvegis er týdningarmikil.

 

- Súsanna Winther Poulsen og eg byrjaðu arbeiði. Vit høvdu arbeitt á psykiatrisku deild í 10-12 ár, og tí vistu vit, at tørvur var á einum tilboði, sum hjálpti fólki at koma víðari.

 

Rundi dagurin í Fountainhúsinum bleiv hátíðarhildin við listaframsýning, sølu av handaligum lutum, kaffi og føðingardagskaku.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Súna Mørk er leiðari í Fountainhúsinum