Fountainhúsið letur upp 1. apríl

- Vit fegnast um, at Fountainhúsið nú verður veruleiki, sigur Súsanna Winther Poulsen, ein av stigtakarunum

- Vit fegnast um, at Fountainhúsið nú verður veruleiki, sigur Súsanna Winther Poulsen, ein av stigtakarunum.

 

Fountainhúsið, sum letur upp 1. apríl, verður í Heinesens húsi á Tinghúsvegi 12 í Havn.

 

- Tórshavnar Kommuna hevur sýnt stóra vælvild, og vit meta húsið vera væl egnað til endamálið, sigur Súsanna Winther Poulsen

 

Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk vera knýtt at húsinum. Stigtakararnir, Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen, koma báðar at vera knýttar at húsinum, men ætlanin er at knýta fleiri afturat.

 

- Ætlanin er at Fountainhúsið skal vera eitt fleksibult tilboð, ið veitir hjálp, alt eftir tørvinum og teimum fólkum, sum koma at vera har, sigur Súsanna Winther Poulsen.

 

Næsta mánaðin fara stigtakararnir at lýsa tørvin og seta saman tilboðini, ið Fountainhúsið skal bjóða. Men partur av arbeiðnum er eisini at skjalprógva tørvin á tilboði av hesum slag. Tað hevur eisini týdning fyri framhaldandi virksemið í húsinum, sum fyribils bara hevur játtan til árið í ár.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur seg hava góðar vónir um, at politisk undirtøka verður fyri at játta pengar til Fountainhúsið, bæði næsta ár og í 2016.

 

Les eisini: Fountainhúsið komið fyri at vera

 

- Tørvurin á einum tílíkum húsi er avgjørt til staðar. So vit góðar vónir um, at húsið eisini fær játtan næstu árini, sigur Súsanna Winther Poulsen.

 

Les eisini: Tvær milliónir til Fountainhús

 

Hoyr samrøðu við Súsannu Winther Poulsen við at trýsta pílin undir myndini.