Fountainhúsið fingið 100.000 kr í frá Bygma Fonden

– Vit fingu boð í morgun, at Bygma Fonden, hevur í ár valt at stuðlað Fountainhúsinum við 100.000 krónum. Tað skrivar Fountainhúsið í Havn í dag.

Endamálið hjá Bygma Fonden er m. a at stuðla humaniterum hjálparfelagsskapum og feløgum, sum arbeiða í Danmark, Føroyum og í Grønlandi.

Fountainhúsið arbeiðir fyri einum heilsufremjandi túri komandi heyst, annaðhvørt til Gran Canaria ella Kroatia.

– Nógv hava eitt stórt ynski um at ferðast, men tað kann fyri mong verða trupult fíggjarliga. Ein uttanlandsferð er ein góður møguleiki at koma burtur úr gerandisdegnum og fáa nýggjar upplivingar, sum eru mennandi. Somuleiðis er hetta ein góður møguleiki at vera saman við øðrum fólkum uttan fyri arbeiðið í Fountainhúsinum og í tryggum kørmum, skrivar Fountainhúsið.

– Stuðulin frá Bygma Fonden er eitt gott ískoyti hjá okkum, og eru vit sjálvsagt sera takksom, siga tey í Fountainhúsinum, sum takka hjartaliga fyri stuðulin.