Fountaine House

Mortan Rasmussen
----

Eg havi av góðum grundum fylgt við í løgtingsviðgerðini av uppskoti um Fountaine House í Føroyum.
Eg má siga, at eg eri sera sera vónbrotin av viðgerðini, uppskotið fekk í tinginum. Sjálvsagt visti eg, at borgarligur politikkur sjáldan vendir hjálpini hagar, hon er mest fyri neyðini, og at uppskotið tí fór at verða forkastað. Niðurgerðandi viðgerðin, har politisku umboðini fyrst tóku so hjartaliga synd í teimum sálarsjúku, men tá á stóð vendi teimum bakið, var ikki neyðug men vísti júst muruna í borgarliga partinum av okkara samfelag.
Har eg vaks upp bleiv tað ikki at svara einum aftur roknað fyri vanvirðing. Politiska viðgerðin av stórmálunum fyri góðum ári síðani var eisini av slíkum slag. Her bleiv als ikki svarað aftur, tá andstøðupolitikarar høvdu innlegg og fyrispurningar – total forakt! Í sambandi við deyða son míns skrivaði eg til tvey viðkomandi landsstýrisfólk. Bert annað (Karsten Hansen) svaraði mær aftur .
Nú hava Hergeir Staksberg og Hanus Samró skrivað lesarabrøv um málið. Tað sær út fyri mær, at Hanus Samró vil hava eldsálir at stríðast fyri málinum í eitt áramál framyvir – eg skilji ikki hví, men hann samanber við, at tað tók eldsálum fleiri ár at fáa umstøður til tey “sálarliga menningartarnaðu”.
Her er tó als ikki talan um sálarliga menningartarnað men um fólk, tíverri ofta ung, ið hava sálarligar trupulleikar – ikki altíð ógvisligar og ikki altíð varandi, men har viðgerðin á Psykiatriska Deplinum alt ov ofta meira er ein niðurbrótandi medisinsk viðgerð enn ein grøðandi samrøðuterapi, tí sparingar hava eliminerað fólkini, sum skulu taka sær av hesum partinum av viðgerðini. Úrslitið er mangan út og inn av Deplinum og tíverri eisini, at fólk taka lívið av sær. Í okkara lítla samfelag átti hetta als ikki at komið fyri. Eg kann eisini leggja afturat, at stórur partur av hesum “sálarliga menningartarnaðu” hava bjartari peru enn bæði tú og eg. Tað er ávíst, at eitt útslúsingarheim kann spara endurinnleggingar og harafturat hjálpa patientunum til eitt innihaldsríkt og samfelagsgagnligt lív.
Annars bleiv framført ferð eftir ferð, at Landsstýriskvinnan við almannamálum hevur fulla heimild at játta pening til endamálið! Hon kundi bert ikki útvega peningin. Nú skuldi so verið lag á manni: Landskassin fekk nú ein dagin 30.000.000,00 kr tríati milliónir til gávus frá Føroya Tele.
Annika Olsen – nú er ikki at tosa – nú er at játta peningin – tú hevur jú fulla heimild til tess!
Eitt afturat: Vælsignaðu samgongutingfólk, leggið ikki stein omaná byrðu hjá teimum, sum skulu taka sær av okkara gomlu. Tað, sum gongur fyri seg nú, er so langt úti, at rætthugsandi fólk mugu hava skomm av tykkum. Eg gevi Ejleri Egholm fullan rætt í øllum, hann førdi fram í SVF og fari at enda við einum setningi frá Grundtvig, sum so væl lýsir grundtankarnar fyri okkara vælferðarsamfelag. Hesum samfelagnum, sum tit eru væl á veg at bróta niður:

Og da har i rigdom vi drevet det vidt,
når få har for meget og færre for lidt.

NB: Hevur ongin hugsað tankan at fíggja Foutain húsið á sama hátt sum Hvíldarheimið?