Í sambandi við, at Fountain Húsið letur upp, bjóða stigtakararnir Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk til móttøku á Tinghúsvegi 12, mikudagin 2.apríl kl. 14 -17
18. februar gjørdi landstýriskvinna í almannamálum, Annika Olsen, av at lata ætlanini um at stovna eitt Fountain Hús í Føroyum, tvær milliónir krónur í stuðli.
Stuðulin er til eina royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsfremjandi tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar.
Eitt Fountain-hús er eitt stað, sum hjálpir fólkum, sum hava verið innløgd fyri eina sálarliga sjúku, út aftur á arbeiðsmarknaðin. Hetta er eitt arbeiðsrættað tilboð, ið skal fyribyrgja nýggjar innleggingar.










