Fountain House konsert í Keypmannahavn

– 16. februar 2013 er dagurin, tá útisetar í Danmark skulu seta eitt stórt X í kalendaran, tí hetta er dagurin, tá útisetar endiliga fáa møguleikan at uppliva eina Fountain House konsert – samstundis sum teir eru við til at betra um korini hjá sálarsjúkum í Føroyum.

 

Soleiðis siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Teir vísa á, at tað heila byrjaði við, at fólk høvdu fingið nokk av sovandi politiskum mynduleikum, sum í áravís hava sópað sálarsjúku undir teppið. Tann 20. oktober í 2012 stovnaðu nakrar eldsálir ein Fountain House grunn og skipaðu fyri einari legendariskari stuðuls- og minniskonsert, sum gav umleið 130.000 krónur til grunnin.

 

– Komandi dagarnar fara vit at avdúka, hvørjir bólkar fara at spæla á stuðulskonsertini, so tað er at hava eygu og oyru á maximum alert, tá vit leypandi fara at avdúka, hvat verður á menu’ini tann 16. februar, siga fyrireikararnir.