Í dag kl. 16.00 verður fernisering í Listaskálanum í sambandi við fotoframsýningina Støð - Støður við Inga Joensen. Gunnar Hoydal hevur eisini skrivað bók um listamanni Á framsýningini verða 42 ljósmyndir og 3 myndrøðir at síggja.
Harumframt er ein bók gjørd, ið Gunnar Hoydal rithøvundur og arkitektur hevur skrivað. Bókin er 56 síður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við 37 myndum. Bókin kostar kr. 200, men til ferniseringina verður hon at fáa fyri kr. 150. Ingi Joensen verður hjástaddur á ferniseringini.
Ingi Joensen er føddur í Havn í 1953. Í 1977 nam hann sær útbúgving á deildini fyri tekning og grafikk á Danmarks Designskole í Keypmannahavn eftir fýra ára skúlagongd.
Hann hevur luttikið á mongum framsýningum í Føroyum og Danmark umframt í Fraklandi, Italia, Íslandi og Grønlandi.
Síðan 1980 hevur Ingi Joensen rikið egna fyritøku, sum sniðgevur bøkur, heimasíður, pakkitilfar og aðrar prentlutir, og ger sjónvarpslýsingar og multimedia tilfar.
Hann hevur sniðgivið myndil av havbotninum kring Føroyar, stuttfilmin Taxi og barnabókina Trøllið hjá pápaleysa. Eisini hevur hann gjørt prýðingar í Hotel Føroyum, Føroya Handilsskúla og strandferðslupakkhúsinum.
Í 1992 kom út bókin Reflektión, ið snýr seg um listina hjá Inga Joensen. Við í bókini eru einar hálvthundrað viðgjørdar myndir.
Í nýggju bókini, Støð ? Støður, sigur Gunnar Hoydal m.a.:
- Nógv einsemi er í myndunum, eisini teimum, har fólk síggjast ganga ella standa, sum hava tey einki at siga hvørt við annað. Einsemið á kirkjugarðinum, har grøs og blómur royna at vinna á gravsteinunum.