Fotoframsýning í Snarskivuni í miðbýnum

Fólk, sum hava eitthvørt ørindi í Snarskivuni og á posthúsinum í miðbýnum í Havn í mai mánaði, kunnu samstundis nýta høvi at steðga á eina løtu í hugnaligu forhøllini, har ein forvitnisliga fotoframsýning lat upp á krossmessu.

Snarskivan, ið er avgreiðslan hjá Tórshavnar kommunu, húsast saman við postavgreiðsluni í gamla posthúsbygninginum í miðbýnum. Hugnaliga forhøllin, nevnd Torgið, verður eisini brúkt til framsýningar. Síðani Snarskivan lat upp, hava skiftandi framsýningar verið á Torginum, har føroysk listafólk hava sýnt fram.

Á framsýningingini, sum Finnur Johansen hevur lagt til rættis saman mentamáladeildini, eru 15 svart/hvítar fotomyndir. Myndevnini eru fyrrverandi kommunulæknarnir: Højgaard og Poulsen og yvirlæknarnir Dahl og Magnussen. 5 myndir vísa Sanatoriið í Hoydølum fyri 1930 og aðrar 5 myndir vísa Landssjúkrahúsið og umhvørvið í Sandagerði í 1930?unum.

Á hvørjum ári síðani 1984 hevur Finnur Johansen, fyri Tórshavnar býráð, skipað fyri mongum framsýningum við gomlum myndum úr Havnini.

Ætlanin er, at myndirnar skulu prýða veggirnar í nýggju læknamiðstøðini í Gundadali, har fýra kommunulæknar hava viðtalu.

Framsýningin verður opin í mai mánaði.

Høvi er at síggja framsýningina, tá ið opið er í Snarskivuni, mánadag - fríggjadag kl. 9 - 16, tó hósdag kl. 9 - 18.