Fotoframsýning í Norðurlandahúsinum

Fotoklubbin »Ljósálfar« er ein lítil klubbi við limum, sum hava áhuga í at fotografera. Klubbin ynskir somuleiðis at útvikla sans og val av motivum, soleiðis at skilja, at tað at fotografera eisini kann roknast upp í list

Tá ið limirnir í »Ljósálfum« koma saman, tosa teir um ymsar spurningar, sum snúgva seg um at fotografera, hyggja at fotomyndum ella ferðast á fotoferðum, viðhvørt á longri ferð og viðhvørt á styttri.

»Ljósálfar« hava luttikið á framsýningum bæði innan og uttanlands einsamallir ella saman við øðrum. Teir hava havt samstarv við útlendskar fotografar, hjálpt teimum við at leggja ferðir til rættis, virkað sum leiðbeinarar og hjálp upp á ymsar hættir.


Vilja vísa myndir

»Ljósálfar« halda, at Føroyar eru eitt ógvuliga áhugavert stað fyri fotografar, og hav aoyggjarnar nógv vøkur motiv. Tí fóru 5 Ljósálfar til Føroyar á fotosafari.

Teir ferðaðust ymsastaðni, teir 14 dagarnar teir steðgaðu í Føroyum. Ferðin fekk heitið »Færeyar 99« og varð endamálið, at hvør av teimum 5 tulkaðu sítt sýn upp á oyggjarnar í myndum.

Nú vilja teir fegin vísa, hvat ið kom burtur úr og vilja fegin vísa fotomyndirnar á framsýningum í Føroyum, Íslandi, Álandi og Svøríki.

Nordisk Kulturfond hevur stuðlað tiltakinum.