Fotoframsýning endar

Í dag endar fotoframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Um vikuskiftið hevur Anna Katrina Højgaard sýnt fram fotomyndir og málningar, sum hon sjálv hevur staðið fyri.
Anna Katrina hevur arbeitt nógv við fotografering. Hon fór í læru sum 17 ára gomul, og hevur fingist við hetta síðani tá. Nú hevur hon eisini latið upp sítt egna fotogallarí uppi í Hákunargøtu í Hoyvík.
Myndirnar eru tiknar í Danmark og uppi í gallarínum í Hoyvík.
Framsýningin byrjaði fríggjadagin og letur aftur í dag, týsdag.