22 ára gamli Jack Wilshere, ið telist millum størstu talentini í bretskum fótbólti hevur seinastu árini verið nógv plágaður av skaðum. Serliga er tað fótliðið, ið hevur arga enska miðvallarleikarin, og í dystinum móti Manchester United leygarkvøldið, gjørdist Jack Wilshere enn einaferð skaddur í fótliðinum.
Í dag er Arsenal leikarin skurðviðgjørdur fyri fótliðið, ið inniber at Jack Wilshere má binda frið frá fótbólti fýra teir næstu mánaðirnar.
Sjálvur hevur Jack Wilshere tó ikki mist móti, hóast nógvu skaðarnar. Jack Wilshere skrivar á Instagram.
- Noyddist at skurðviðgerast í fótliðinum. Alt gekk væl, takkað verið dugnaliga læknanum, James Calder. Nú skal eg bara arbeiða hart, tí hetta lekist ikki uttan uppvenjing. Eg skal vera sterkur og bjartskygdur, og eg veit at eg komi fyri meg aftur.
Síðani 2009 hevur Jack Wilshere verið skaddur í fótliðinum heili 9 ferðir.
Her er ein listi yvir fótliðsskaðarnar hjá Jack Wilshere:
24 oktober 2009: Fótliðsskaði, úti 5 og eina hálva viku.
1 august 2011: Fótliðsskaði, úti í 65 vikur.
3 mars 2013: Fótliðsskaði, úti í 4 og eina hálva viku.
20 mai 2013: Fótliðsskaði, úti í 6 og eina hálva viku.
31 oktober 2013: Fótliðsskaði, úti í 1 og eina hálva viku.
24 januar 2014: Fótliðsskaði, úti í 2 vikur.
5 mars 2014: Fótliðsskaði, úti í 9 vikur.
26 oktober 2014: Fótliðsskaði, úti í 2 vikur.
22 november 2014: Fótliðsskaði, úti í 16 vikur.
Samanlagt: 112 vikur úti við skaða í fótliðinum.










