Fótgangari ákoyrdur í Havn

- Málið verður kannað, og kanningarnar fara at vísa, um nakað meira verður gjørt burtur úr málinum, sigur løgreglan.

 

Um 17.30-tíðina í gjár kom ein fótgangari, sum var á veg yvir um vegin við ljóskurvarnar í R.C.Effersøesgøtu, fyri ein bil, sum kom koyrandi niðan eftir Bøkjarabrekku og snaraði til vinstru.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit í morgun at siga, at fótgangarin fór yvir um vegin, har gonguteigurin er, og hetta var í løtuni, tá ferðsluljósini søgdu, at nú kundi farast um vegin.

 

Men, av eini ella aðrari orsøk kom bilurin, sum koyrdi niðan gjøgnum Bøkjarabrekku og snaraði vestur eftir, at koyra á fótgangaran.

 

Persónurin, sum kom fyri bilin, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. At síggja til var skaðin ikki álvarsligur, men í morgun visti løgreglan ikki, hvussu persónurin hevur tað. 

 

Sum skilst, hevði bilførarin ikki sæð fótgangaran á gonguteiginum, tí hesin - eftir, hvat bilførarin segði - var í einum blindvinkli.

 

- Málið verður kannað, og kanningarnar fara at vísa, um nakað meira verður gjørt burtur úr málinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.