Í dag varð hakin settur í og arbeiðið í sambandi við nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík byrjað, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu í dag.
Nýggi fótbóltsvøllurin verður ein FIFA-vøllur, sum lýkur allar ásetingarnar hjá FSF viðvíkjandi vøllum í bestu deildini.
Vøllurin fer at liggja skamt niðanfyri Skúlan við Løgmannabreyt. Fyrsta byggistig verður liðugt í november í ár. Tá vantar asfalt og graslíki, sum ikki kann leggjast á, fyrrenn tað várar aftur.
Yvirskotsgrótið frá økinum verður alt koyrt yvir til nýggju útstykkingina Oman Gil, sum verður gjørd samstundis sum vøllurin.
Sambært ætlanini verður útstykkingin byggibúgvin um 1. november í ár. 24 grundstykki eru á økinum og væntað verður, at endaligu skeytini kunnu avgreiðast um ársskiftið. Stykkini verða gjørd púra byggiklár.
Grundstykkini eru í miðal 325 fermetrar til støddar og liggja oman fyri húsini millum Gilja.
Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri báðum arbeiðunum.