Fótbóltsviðmerkjarar: Víkingur vinnur

Allir tríggir fótbóltsvimerkjararnir í Sosialinum hava Víking til at vinna steypafinaluna

Í Sosialinum í dag er stór upptakt til steypafinalurnar, sum verða á Tórsvølli um vikuskiftið. Í finaluni hjá monnum, sum verður útvarpað beinleiðis á Rás2, møtast HB og Víkingur.

 

Fótbóltspanelið verður fríggjadagin millum klokkan 15 og 17

 

Teir tríggir fótbóltsviðmerkjararnir, Ólavur Larsen, André Olsen og Teitur Joensen, sum eru partur av Fótbóltspanelinum á Rás2 og tippingini á in.fo, meta allir at Víkingur vinnur dystin á Tórsvølli.

 

Steypafinalublaðið er við í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag

 

Serliga eru tað avrikini hjá Víkingi í Europa League í summar, og at teir eru tvífaldir steypavinnarar, sum spælir inn. HB hevur annars munin í landskappingini, har teir eru heili 12 stig frammanfyri Víking.

 

Sosialurin kann keypast sum netútgáva við at trýst HER

 

Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinaluni, sum byrjar klokkan 19.45 leygardagin.