Fótbóltsstjørnur hjálpa heimleysum

Ryan Giggs og Gary Neville vísa sín næstrakærleika í verki.

6,3 milliónir heimleys eru í Evropa og flestu teirra munnu stúra, nú veturin stendur fyri durunum. 

 

Í Onglandi hava tó nøkur av teimum stívliga 100.000 heimleysu fingið óvæntaða hjálp frá tveimum fyrrverandi fótbóltsspælarum.

 

Gomlu Manchester United hetjurnar, Ryan Giggs og Gary Neville, hava keypt gamla keypsskálan í Manchester og í løtuni fer umfatandi umvælingararbeiði fram í bygninginum. Ætlanin er, at hann skal gerast til eina vælverumiðstøð. 

 

Sunnudagin fluttu tó óbodnir gestir inn í bygningin. Ein bólkur av heimleysum, ið kallar seg Einglarnir í Manchester, eru flutt inn í bygningin. Hetta er als ikki óvanligt í stórbýum í Evropa. 

 

Fótbóltsstjørnurnar víkja tó frá vanligu mannagongdini í slíkum málum. Vanliga fara húsánarar beina leið í rættin at fáa góðkenning at blaka fólkini úr húsunum aftur, men fyrrverandi Manchesterleikararnir hava givið teimum heimleysu boð um, at tey eru vælkomin at vera verandi her í vetur. 

 

Felagsskapir, ið hjálpa heimleysum í Manchester ætla nú at gagnnýta møguleikan og veita teimum heimleysu býli og mat umframt heilsukanningar og aðra hjálp í gamla keypsskálanum.