Fyrrverandi rumenska fótbóltsstjørnan Gheorghe Popescu skal sita trý ár og ein mánað í fongsli, eftir at rætturin í heimlandinum hevur dømt hann sekan í skattasviki og fíggjarundandrátti.
Dómurin fall í gjár, og umframt Popescu fingu sjey aðrir fongsulsrevsing. Teir vórðu dømdir fyri at hava givið skattamyndugleikunum skeivar upplýsingar í sambandi við leikarakeyp- og sølur í árunum frá 1999 til 2005.
Gheorghe Popescu spældi fyri so kend feløg sum PSV Einshoven, Tottenham, Barcelona og Galatasaray, og hann umbaðaði Rumenia í 115 landsdystum.









