Fótbóltsspælari úr Gana funnin deyður eftir jarðskjálvta

Fótbóltsspælarin Christian Atsu er funnin deyður eftir jarðskjálvta í Turkalandi, upplýsir umboðsmaður hansara.

 

Christian Atsu er funnin deyður. (Arkivfoto). - Foto: Scott Heppell/Reuters

Ganesiski fótbóltsspælarin Christian Atsu er funnin deyður undir húsaleivdum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi.

Tað upplýsir umboðsmaður hansra, Murat Uzunmehmet, sambært tíðindastovuni Reuters.

– Lívleysi kroppurin hjá Atsu varð funnin undir húsaleivdum, sigur Murat Uzunmehmet við journalistar í Hatay, har líkið av Atsu varð funnið.

– Í løtuni verða alsamt fleiri ting tikin undan leivdunum. Telefonin hjá honum er eisini funnin, sigur umboðsmaðurin.

Tað hevur verið stórur ivi um støðuna hjá Atsu eftir jarðskjálvtan.

Fótbóltssambandið í Gana segði í síðstu viku, at hann var bjargaður undan húsaleivdunum og var í viðgerð, men dagin eftir komu onnur boð.

Dagin eftir segði Volkan Demirel, høvuðsvenjarin hjá felagnum Hatayspor, har Christian Atsu spældi, at fótbóltsspælarin ikki varð funnin.

Atsu, sum millum annað hevur havt sáttmála við Chelsea og Newcastle, var 31 ára gamal.

Hann spældi millum 2013 og 2017 við Cheæsea uttan at koma á besta liðið.

Í staðin var hann leigaður út til fleiri onnur feløg, teirra millum Vitesse og Malaga, til hann kom til Newcastle, har hann síðani skrivaði sáttmála.

Síðani hetta leikárið byrjaði hevur hann verið knýttur at Hatayspor í bestu turkisku deildini.

Talið av deyðum eftir jarðskjálvtan í síðstu viku í Sýria og Turkalandi er komið upp um 40.000.

/ritzau/

 

Christian Atsu er funnin deyður. (Arkivfoto). - Foto: Scott Heppell/Reuters