Mánadagin varð ein fótbóltsleikari í Costa Rica, 29 ára gamli, Jesus Alberto Lopez Ortiz, álopin og dripin av einari krokodillu.
Hendingin fór fram í heimbýi hansara, Rio Cañas. Hann var farin at svimja í einari á, har nógvar krokodillur vóru.
Tað skrivar ein lokalávís í Costa Rica, La Teja. Bæði fótbóltsfelagið, hann spældi fyri og lokalsamfelagið, eru skakað av ógvusligu hendingini.
- Vit fingu fráboðan um eina vanlukku, har ein maður var farin út í eina á, sum var full av krokodillum, sigur Alexander Porras, talsmaður fyri lokala Reyða Kross í økinum.
Tað tók bjargingarfólki og fólki, sum vóru á staðnum, fleiri tímar at fáa krokodilluna at sleppa takinum í tí 29 ára gamla.
Av og á fór krokodillan undir við manninum, og hetta gjørdi arbeiðið ógvuliga trupult. At enda eydnaðist tað løgregluni at skjóta krokodilluna.
Jesus Alberto Lopez Ortiz, sum varð róptur "Chucho", spældi fótbólt fyri lokala amatørliðið, Deportivo Río Cañas í Costa Rica.
Fótbóltsfelagið hevur heiðrað leikaran við at deila video og ymiskt annað av Chucho, sum eisini altjóða miðlar, sum eitt nú avstralska News.com.au og bretska The Mirror endurgeva.
Í fótbóltsfelagnum siga tey, at maðurin var virdur av øllum, og hann var altíð til reiðar at hjálpa, har tørvur var á hjálp.
Venjarin hjá liðnum, har Chucho leikti, Luis Montes, sigur, at felagið syrgir fantastiska leikaran og menniskjað, sum hin 29 ára gamli var.
- Hann var ein fyrimynd fyri mong, og nú hann er farin, sita tvey børn faðirleys, átta og trý ára gomul. Hann var eitt gott menniskja og ein góður pápi, sigur venjarin.