Fótbóltssendingin á FM1 skiftir navn

Í nógv ár hevur Fótbóltspanelið og Sportboxin verið fastur partur av fríggjadagssendingini á FM1

Tíðirnar broytast - fólk fara og onnur koma. Og soleiðis er eisini á FM1.

 

Í dag, fríggjadagin 3. mars klokkan 15.05 byrjar nýggj sending, tó enn við fótbólti, men við øðrum vertum.

 

Nýggja sendingin eitur Fótbólts Skýlið og verður hvønn fríggjadag klokkan 15.05 - 17.00, og verður Dan Brimsvík, venjari hjá B36, gestur í fyrra tímanum. Í seinna tímanum møta vit nýggju frásøgumonnunum á FM1 og fara vit at práta um, hvat lurtarin kann gleða seg til í hesum kappingarári.

 

Fótbólts Skýlið á FM1 - hvønn fríggjadag frá klokkan 15.05.