Fótbóltspanelið ymiskar meiningar um 12 lið

Helgi L. Petersen, Símun Samuelsen og Tróndur Arge vigaðu fyrimunir og vansar við 8, 10 og 12 liðum í effodeildini

Fótbóltstjak: Dagsins fótbóltstjak varð mannað við Helga L. Petersen, Símuni Samuelsen og Tróndi Arge.

 

Nógv tíð var sett av til at viðgerða uppskotið hjá formanninum í TB, sum heldur, at 12 lið skulu verða í effodeildini. Tróndur Arge vigaði fyri, at tað hevði givið fleiri evnaríkum spælarum møguleikan at roynt seg í bestu deildini, meðan Helgi L. Petersen helt, at tað hevði givið ov nógvar dystir við vánaligum spæli og vánaligum undirhaldi, at havt 12 lið í effodeildini. 

 

Panelið kom eisini við sínum metingum um dystirnar í 26. umfari í effodeildini, sum verður á skránni sunnudagin klokkan 15.

 

Tað ber til at hoyra fótbóltskjakið undir myndini. Kjakið er 32 minuttir til longdar, og tí er týdningarmikið, at ein lesur ta bláu strikuna inn, áðrenn lurtað verður eftir fótbóltskjakinum.