23. umfar í Premier League verður spælt í kvøld og í annaðkvøld. Fótbóltspanelið, sum er at hoyra á Rás2 fríggjadag klokkan 16, hevur gjørt sær metingar um úrslitini av teimum dystunum.
Hoyr 3. part av Fótbóltspanelinum við at trýsta á pílin undir myndini
Eitt eru allir partarnir samdir um, tað er at Manchester United við Juan Mata á liðnum vinnur í kvøld, tá teir taka móti Cardiff City. Í grannauppgerðini millum Liverpool og Everton tykist alt kunna henda. Uppgerðin er kend fyri hart spæl og nógv kort. Tí verður mett, at eitt reytt kort kann avgera hvør vinnur.
Les eisini: kann Juan Mata bjarga United?
Arsenal og Manchester City hava torførar uppgávur á útivølli móti ávíkavist Southampton og Tottenham, meðan Chelsea hevur heldur lættari uppgávu á heimavølli móti West Ham.
Les eisini: Avvísa ikki taktiskar atkvøður
Hvat tippar tú? 1, X ella 2?
Premier League 23.umfar:
Í dag:
Manchester United – Cardiff City (19.45)
Norwich – Newcastle (19.45)
Southampton – Arsenal (19.45)
Swansea – Fulham (19.45)
Crystal Palace - Hull (20.00)
Liverpool – Everton (20.00)
Í morgin:
Aston Villa – WBA (19.45)
Chelsea – West Ham (19.45)
Sunderland – Stoke (19.45)
Tottenham – Manchester City (19.45)