Fótbóltspanelið: Skal TB eisini revsast ítróttarliga?

Fótbóltbóltspanelið viðgerð í dag sokallað “TB-málið” um loyniligar sáttmálar

Í vikuni bleiv TB revsað fyri at hava gjørt ein loyniligan sáttmála við Igor Grkajac, sum spældi við TB í 2012.  André Dalfoss, fyrrverandi formaður í TB, og Kim Roest, fyrrveradni formaður í Fótbóltsnevndini hjá TB hava fingið forboð fyri at arbeiða í føroyskum fótbólti í ávíkavist fýra og trý ár.

 

Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 í dag klokkan 16

 

TB fekk somuleiðis eina bót upp á 50.000 krónur, men onga ítróttarliga revsing, hóast Igor Grkajac hevði avgerandi týdning fyri, at TB yvirlivdi í bestu deildini í 2012. TB var bara eitt mál frammanfyri B68, tá samanumkom. Igor Grkajac skoraði tvær ferðir móti júst B68.

 

Les eisini: TB snýtti við sáttmála

 

John William Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, setti spurningurin um tað er í ordan, at føroysk feløg enn eina ferð sleppa undan ítróttarligum revsingum, men heldur fáa fíggjarligar revsingar. Hann sigur sína eisini sína meining í Fótbóltspanelinum.

 

Les eisini(Norðlýsið): Enn eitt mál sum ikki fær ítróttarligar avleiðingar

 

Skal TB revsast ítróttarliga? Sig tína meining á 559999 og tú ert við í lutaksatinum um eina fótbóltstroyggju eftir egnum vali frá Sportigan í SMS.


Les eisini: Hetta hendi í TB

 

Tú kanst eisini luttaka við at senda tína tipping fyri Effo deildina í 2014 til sama nummar 559999. Tippa hvar tú væntar feløgini enda frá 1 til 10.