Samanteljingin av 16., 17., 18. og 19. umfari í Effo-deildini sigur, at Ólavur Larsen aftur er á odda í tippikappingini í Fótbóltspanelinum, ið er at hoyra seinnapart fríggjadag á Rás2. Tað var javnt undan summarsteðginum millum Ólav og Teit Joensen, men nú eru fimm stig á muni.
Ólavur hevur heili 112 stig á fremsta plássi, meðan Teitur Joensen hevur 107. André Olsen er komin í mótvind og liggur aftastur við 83 stigum.
Í morgin verður kunngjørt hvussu teir tríggir tippa til 20. umfar, sum verður í annaðkvøld.
Stigatalva:
1. Ólavur Larsen 112 (Stig)
2. Teitur Joensen 107
3. André Olsen 83
Rætt úrslit = 5 stig
Rætt útfall = 2 stig
Effo-deildin – 20. umfar:
Í morgin:
AB – B36 (18.00) Beinleiðis á Rás2
HB – ÍF (18.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur – KÍ (18.00)
Skála – NSÍ (18.30)
B68 – EB/Streymur (19.00)