Fótbóltspanelið: Liðuppstillingarnar kunngjørdar

Væntandi fer Fótbóltspanelið at kunngera liðini hjá B36 og Víking í dag

Ein dystur verður í Effo-deildini í dag, tá B36 tekur móti Víkingi. B36 hevur fultstigatal fyri tvey tey fyrstu umførini, meðan Víkingur einki stig hevur fingið.

 

Fótbóltspanelið verður sent á Rás2 í dag klokkan 15

 

Væntandi fer Fótbóltspanelið á Rás2 longu klokkan 15 at kunngera hvørjir teir 22 eru, sum koma at byrja inni. Tí kemur ein partur av Fótbóltspanelinum at snúgva seg um liðuppstillingarnar og hvørjar vónir luttakararnir í fótbóltspanelinum hava til dystin.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum B36 og Víking, sum byrjar klokkan 17.15

 

Eisini verður hugt nærri at hinum fýra dystunum um vikuskiftið í Effo-deildini, um landsliðslandskappingini hjá UEFA er góð ella ring fyri føroyska landsliðið, og hugt verður eisini fram til komandi umfar í Premier League.

Í sendingini í dag kanst tú vinna eina fótbóltstroyggju frá Sportigan. Spurningurin hesa ferð er, hvør skifti frá B36 til Víking í vetur?

Send SMS við svarinum til 559999. Vit draga lut millum øll, sum svara rætt.