Teitur Joensen, Tróndur Arge og Símun Samuelsen umrøddu í dag Effodeildina, Champions League og Premier League í dagsins paneli.
Teir eru samdir um, at HB fer at fáa minst eitt stig ímóti ÍF, og harvið tryggja sær sítt 22. meistaraheiti í fremstu mansdeildini í fótbólti. Panelið hellir meir til AB enn KÍ, tá talan er um botnuppgerðina á Argjum millum AB og KÍ.
Panelið umrøddi eisini møguleikarnar hjá TB at yvirliva, umframt Champions League og Premier League.
Tað ber til at hoyra kjakið undir myndini av Teiti Joensen. Týdningarmikið er at lesa inn ta bláu strikuna, tá lurtast skal eftir innslagnum, tí ljóðbrotið er heilar 33 minuttir til longdar.