Í kvøld byrjar 7. umfar í Effo-deildini. Tí er tíðin komin til at gera upp støðuna, eftir 6. umfar. Staðfesting er, at ongin av teimum trimum tipparunum í Fótbóltspanelinum rakti serliga væl.
Rás2 sigur frá dystinum í kvøld millum B68 og Skála
Best frá 6. umfari kom André Olsen, sum liggur í botninum og rótar. Hann nærkast tó í hvørjum. Vit trimum røttum útfallum, so fekk hann seks stig. Tað eru fýra fleiri enn Teitur Joensen, sum bara fekk eitt útfall rætt.
Video samandráttur frá dystinum B68-Skála kemur á in.fo í kvøld
Fremstur er fyrrverandi formaðurin í ÍF, Ólavur Larsen. Hann fekk fýra stig fyri 6. umfar, og er samanlagt heili ellivu stig fremst í tippikappingini hjá Fótbóltspanelinum.
Les eisini: Tí er B36-EB/Streymur fluttur
Tippingarnar fyri 7. umfar eru:
Ólavur Larsen:
B68-Skála 1-1
NSÍ-KÍ 2-2
AB-HB 1-3
Víkingur-ÍF 2-2
B36-EB/Streymur 2-1
Teitur Joensen:
B68-Skála 3-1
NSÍ-KÍ 2-3
AB-HB 0-3
Víkingur-ÍF 2-1
B36-EB/Streymur 2-2
André Olsen:
B68-Skála 2-1
NSÍ-KÍ 1-1
AB-HB 0-2
Víkingur-ÍF 3-2
B36-EB/Streymur 1-2
Stigatalva:
1. Ólavur Larsen 28 (Stig)
2. Teitur Joensen 17
3. André Olsen 14
Rætt úrslit = 5 stig
Rætt útfall = 2 stig
Effo-deildin 7.umfar:
Fríggjadagin:
B68 – Skála (18:30) Beinleiðis á Rás2
Leygardagin:
NSÍ – KÍ (18:00) Beinleiðis á Rás2
Sunnudagin:
AB – HB (15:00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur – ÍF (15:00) Rás2 fylgir gongdini
B36 – EB/Streymur (17.15) Rás2 fylgir gongdini