Fótbóltspanelið: David Moyes er rætti maðurin

Allir tríggir í Fótbóltspanelinum, Helgi L. Petersen, Símun Samuelsen og Tróndur Arge, siga at David Moyes er rætti maðurin fyri Manchester United

Fótbóltspanelið á Rás2 umrøddi í dag spurningin um David Moyes framvegis er rætti maðurin fyri Manchester United. Í fjør vann felagið meitaraheitið við Sir Alex Ferguson á odda. Eftir 26 ár valdi hann at takka fyri seg.

 

Hoyr Fótbóltspanelið við at trýsta á pílin undir myndini

 

Við David Moyes sum venjara hevur Manchester United fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Teir liggja í løtuni nummar sjey. Hóast tað, so svara Helgi, Símun og Tróndur játtandi upp á spurningin, um David Moyes framvegis er rætti venjarin hjá Manchester United.

 

Kjakið snýr seg eisini um Arsenal, Liverpool og møguligar flytingar nú flytingarvindeygað er opið aftur.