Fótbóltspanelið á Rás2 viðgjørdi í dag Premier League kappingarárið higartil. gestirnir settu ársins lið og valdu besta spælaran og størsta vónbrotið. Gestirnir hesa ferð vóru Teitur Joensen, fyrrverandi ítróttarskrivari á Dimmalætting og Atli Gregersen, miðverji og liðskipari hjá Víkingi.
Ársins lið í Premier League higartil síggja soleiðis út hjá teimum:
Teitur Joensen: 4-4-2
Tim Krul (Newcastle) – Seamus Coleman (Everton), Phil Jagielka (Everton), Dejan Lovren (Southampton), Leighton Baines (Everton) – Andros Townsend (Tottenham), Aaron Ramsey (Arsenal), Yaya Toure (Man City), Samir Nasri (Man City) – Sergio Augero (Man City), Luis Suarez (Liverpool)
Atli Gregersen: 4-2-3-1
David De Gea (Man Utd) – Seamus Coleman (Everton), John Terry (Chelsea), Per Mertesacker (Arsenal), Kieran Gibbs (Arsenal) – Garth Barry (Everton), Mathieu Flamini (Arsenal) – Aaron Ramsey (Arsenal), Yaya Toure (Man City), Adam Lallana (Southampton) – Luis Suarez (Liverpool)
Báðir valdu Luis Suarez sum besta spælaran í fyrru hálvu av kappingarárinum. Teir vóru eisini samdir í størsta vónbrotinum, sum í báðum førunum var Marouane Fellaini, miðvallari hjá Manchester United.
Hoyr alt kjakið við at trýsta á pílin undir myndini. Av tí, at talan er um longri ljóðbrot, so kann verða hent, at tala ljóðbrotið loada eina løtu fyrst.










