Fótbóltslið var aftanfyri 1-6 - vann 8-6

(Kykmynd) Avstralska liðið Gold Coast City gjørdi eitt comeback, sum neyvan hevur sæð sín líka

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj avstralska fótbóltsliðið Gold Coast City gera eitt comeback, sum neyvan hevur verið at sæð í vaksnamannafótbólti áður.

 

Gold Coast City spældi bronsudyst ímóti Holland Park Hawks í kappingini "BLK Silver Boot". Tá 62 minuttir vóru farnir av dystinum var Holland Park Hawks á odda heili 6-1, og eingin, sum var staddur til dystin, sum var leiktur í avstralska býnum Brisbane var í iva um, at Holland Park Hawks fór at vinna bronsuheiðursmerkini í kappingini "BLK Silver Boot".

 

Men Gold Coast City megnaði at skora fimm mál uppá bara sekstan minuttir. Í 70. minutti minkaði Gold Coast City um munin til 2-6, og í 86. minutti høvdu spælararnir hjá Gold Coast City javnað til 6-6. Í longdu leiktíðini eydnaðist tað Gold Coast City at skora tvey mál aftrat og vinna 8-6.

 

Á kykmyndini, sum "Football Brisbane" hevur lagt út á YouTube ber til at síggja øll málini í hesum ótrúliga fótbóltsdystinum.